Nýggja bíbliulesiætlanin er nú komin

Vit eru nú farin í gongd við eitt nýtt kirkjuár, og tað merkir at Føroyska Bíbliufelagið har givið eina nýggja bíbliulesiætlan út.

Lesiætlanin hevur hvønn dag eina ávísing til bíbliuna, og hvønn sunnudag samsvara skriftstøðini við tekstarøðina í Fólkakirkjuni.

Umframt tað, so er skrivað eitt brot til allar høgtíðirnar í kirkjuárinuum.

Hví bíbliulesiætlan?

Bíblian er Guds livandi orð, og hóast orðini eru prentað sum øll onnuur, so gerast tey livandi við Guds Heilaga Anda, sigur Guunnar Nattestad, sum er aðalskrivari í bíbliufelagnum.

Víðari sigur hann: – Tí er tað neyðugt hjá okkum at lesa í Bíbliuni fyri at fáa mat til sálini. Men nógv stríðast við at koma í gongd og halda á. Ein bíbliulesiætlan er gjørd júst sum ein hjálp at lesa regluliga og í samanhangi.

Til ber at fáa bíbliulesiætlanina um alt landið í kirkjum, fríkirkjum og samkomum.

Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella t-posti: biblia@biblia.fo

LES EISINI  Bíbliulesiætlanin 2022 er nú komin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina