Nýggja Blá Kross búðin vitjan av kommununi

Nýggja trivnaðarnevndin í Klaksvíkar Kommunu var fríggjadagin á vitjan í Blá Kross búðini.

Stutt undan jólum lat Blái Krossur ein endurnýtsluhandil upp í Klaksvík. Hetta var samstundis sum nýggja trivnaðarnevndin í kommununi kom til. Trivnaðarnevndin ynskti at koma á vitjan í handlinum, har tey fingu greitt frá teimum tilboðum, sum Blái Krossur hevur til borgararnar í kommununi.

– Vit ynskja at styrkja okkara arbeiðið í umráðnum, sigur Dakko Pedersen, sum er aðalskrivari í Bláa Krossi. Saman við starvsfólkunum gleddist hann um vitjanina frá trivnaðarnevndini. – Vit vilja gjarna arbeiða við fyribyrgjandi tiltøkum í býnum, greiddi hann limunum í trivnaðarnevndini frá, og legði samstundis dent á, at eins og tað er týdningarmikið at man tekur sær av teimum, ið eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum, so skal man eisini minnast tey avvarandi, ið eru rundanum misnýtaran. – Tey eru eisini rakt, og tey mugu vit ikki gloyma, sigur Dakko Pedersen.

Tann nýggja Blá Kross búðin

Í Blá Kross búðini hendan fríggjdagin var millum annað Rannvá Langgaard, sum er samskipari í nýggju Blá Kross búðini. Hon gleðist um tað stóra áhugan, sum longu hevur verið síðani tey lótu upp í Klaksvík. Nógv koma inn fyri at gera eitt gott keyp, meðan onnur koma við klæðum.

LES EISINI  Stroyming av stórmøtinum sunnukvøld

– Vit taka ímóti klæðum hvønn gerandisdag frá kl. 13:00 til 17.30 umframt leygardagar frá kl 10:00 til 14:00, greiður Rannvá frá. – Um ein ynskir at hjálpa til, so er man eisini vælkomin til tað, sigur Rannvá. – Nøkur sjálvboðin standa í handlinum og selja klæðir, onnur hjálpa til við at gera klæðini klár til at selja. Og nøkur gera bæði. Tað er alt eftir hvat ein sjálvur ynskir at hjálpa við.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina