– Nýggja høllin er lekkur!
Um vikuskiftið 16.-18. august var ungdómslega fyri tey, ið eru 17 ára gomul og eldri, í Leguhúsinum í Nesvík. 130 ung vóru á legu, og tey høvdu sum vant eina stuttliga, hugnaliga, spennandi og uppbyggjandi legu. Fyrireikararnir lata serliga væl at víðkaðu karmunum í leguhúsinum.
Jákup Justinussen var ein av høvuðsleiðarunum. Hann sigur, at stórur partur av luttakurunum teknaði seg í síðstu løtu, og tað hevði nakrar avbjóðingar við sær fyri fyrireikingarnar, men tá av tornaði, vóru væl fleiri enn væntað. Luttakararnir vóru úr øllum landinum. Tey flestu vóru í aldrinum 18-22 ár, men har vóru eisini fleiri eldri ung, tey elstu fyrst í 30’unum.
Evnið fyri leguna var ‘All in’, og tað snúði seg um at liva eitt heilhjartað kristnilív. Pól Johannessen, Jónleif Danielsen, Jákup Justinussen og Jeffri og Morid Johannesen høvdu frálæruna.
Í samsvari við evnið kundu luttakararnir leygardagin velja millum fleiri spennandi praktiskar breytir, sum dugnaligir undirvísarar tóku sær av. Eitt nú var ein breyt um at vísa menniskjum, ið hava tað ringt, ítøkiliga umsorgan. Aðrar breytir vóru eitt nú myndatøka, filmsframleiðsla, ljóðblanding og kreativ pynting.
– Luttakararnir lótu sera væl at breytunum og fingu nógv burturúr, sigur Jákup.
Hetta er onnur ungdómslegan, síðani leguhúsið fekk eina nýggja høll og felagsøki afturat, og Jákup letur sera væl at nýggju og víðkaðu umstøðunum at hava ungdómslegur.
– Tað er lekkurt við nýggju høllini! Tað vóru góðar lovsangsløtur í høllini, og vit vístu filmin ”The Shack” tað eina kvøldið. Eisini sum biograftur riggaði ótrúliga væl við stórum flottum skíggja og góðum ljóði. Og so er tað eisini ræðuliga lekkurt, at ein ikki longur nýtist at rigga av í matarhøllini millum tiltøk, heldur Jákup.
At enda nevnir Jákup, at tað vóru góðar afturmeldingar frá luttakarum um leguna. Leygarkvøldið var ein lang, góð og innilig vitniløta, har boðskapurin nam við mong. Onkur kom til trúgv á Jesus, og onnur vórðu endurnýggjað í trúnni og vildu liva heilhjartað fyri hann.