Nýggja missiónshúsið verður víst fram

Arbeiðið við nýggja Missiónshúsinum í Rituvík er nú komið so mikið langt, at húsið er innilokað. Síðani húsið varð tikið niður í desember í 2017, hevur missiónsarbeiðið hildið til í Frítíðarskúlanum við Stórá. Nú øll eru merkt av korona, hava sunnukvøldsmøtini verið í kirkjuni í staðin.

Síðan húsið varð tikið niður, hevur verið arbeitt miðvíst við at fáa nýggja Missiónshúsið upp at standa og arbeiðið, sum nú liggur fyri framman, skal gerast við sjálvboðnari arbeiðsmegi. Góðar kreftir eru longu farnar í gongd við at arbeiða.

Húsið varð handað stýrinum tann 26. september, og fyri at markera dagin fyri, at arbeiðið nú er komið so langt, verður møguleiki at vitja Missiónshúsið leygardagin 3. oktober frá klokkan 15:00-17:30  og síggja úrslitið higartil.

Vegna korona er avgjørt at skipa dagin soleiðis, at man vitjar húsið í holdum. Ikki er neyðugt við tilmelding, men 50 fólk sleppa inn at síggja húsið í senn. Eisini verður møguleiki at fáa sær ein kopp av kaffi ella te uttanfyri.

LES EISINI  Missiónsarbeiðið í Rituvík 100 ár á baki

Túrarnir runt í húsinum vera:

  • Fyrsti túrur: klokkan 15:00
  • Annar túrur: klokkan 16:00
  • Triði og síðsti túrur: klokkan 17:00

Av tí at árligi basarurin, ið er eitt stórt íkast til innsavningina til húsið, ikki varð hildin í ár, hevur stýrið avgjørt at hava eina meksikanska uppboðsølu av einum veturgomlum veðri. Hetta merkir, at møguleiki verður at keypa ein veðr fyri 100 krónur. Uppboðsølan tekur 15 minuttir og byrjar klokkan 16:45-17:00. Uppboðsølan er soleiðis háttað, at man leggur 100 krónur í “pottin”, og tann, sum leggur seinasta 100 krónurseðilin í pottin, tá klokkan slær 17:00, hevur vunnið. Fyri at vera við í uppboðsøluni, er neyðugt at hava reiðan pening við sær. Um man ikki heldur seg til at fletta sjálvur, kann hetta eisini gerast fyri teg. Allur vinningurin av uppboðsøluni fer til arbeiðið at gera nýggja Missiónshúsið liðugt.

Stýrið fyri Missiónshúsið bjóðar øllum vælkomnum til dagin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina