Nýggjárslegan byrjar í kvøld

Í kvøld streyma ung í 10. flokki og eldri aftur til Nesvíkar, tí um vikuskiftið er árliga nýggjárslegan í Leguhúsinum, og hon hevur altíð verið sera væl umtókt.

Heimamissiónsungdómur, ið, sum navnið sigur, er ungdómsarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, hevur altíð dugað væl at seta sjóneykuna á viðkomandi evni, og so er aftur hesaferð. Teir tveir tímarnir, sum Pól Johannessen, trúboðari, er biðin at tosa um leygarmorgunin og leygarkvøldið, hava nevniliga heitini “Hví bíða við sex?” og “Hví er tað so torført at bíða við sex?”

Á ungdómslegum verður dentur ofta lagdur á, at tað skal vera góð tíð til hugna, prát og spæl, men tað eru eisini fleiri spennandi innsløg á skránni. Fríggjakvøldið hevur nýggi sóknarpresturin í økinum, har Leguhúsið liggur, Jákup E. Petersen, sum eisini er formaður fyri Heimamissiónsungdóm, møti, og seinni um kvøldið er hugnaløta. Umframt nevndu evnistímar leygardagin kunnu luttakararnir velja millum tríggjar áhugatímar seinnapartin. Ein av teimum snýr seg um eitt nokk so óvanligt evni, nevniliga “Hvussu er tað at vera ungur í Liberia?” Tað er Elisabeth Poulsen, ið er trúboðari í Liberia, ið hevur henda tíman.

LES EISINI  Tað blíðkar fyri hugaðum monnum

Tekningarfreistin til leguna er farin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina