Nýggjasta um TeenStreet

Sum áður nevnt á Trúboðanum, so verður TeenStreet ikki í Oldenburg í ár. Vegna Korona, bleiv legan í Týsklandi avlýst. Fólk kring allan heimin hava arbeitt nógv fyri at skapa eitt øðrvísi TeenStreet í ár, og í gjár sendi føroyska leiðslan eitt beinleiðis filmsbrot út á facebook.
Tey fortelja millum annað um, at TeenStreet 2020 verður á netinum, og ber heitið TeenStreet Life.
Tað er møguligt at melda seg til sum einstaklingur ella sum bólkur.
Meiri kunning finst eisini á Teenstreet.life.
Føroyska leiðslan kunnar eisini um, at tað verður ein kunningarfundur fyri samkomur næsta hóskvøld klokkan 20.00. Um tú ert leiðari ella hevur eina leiðslu-ábyrgd í eini samomu, kanst tú seta teg í samband við leiðsluna – Andrias Magnussen, Margareth Dalheim Djurhuus, Randi Hansen og Símun Jóannesarson Hansen.
Sí filmsbrotið niðanfyri.

LES EISINI  Josh og Debs aftur á MiniTeenStreet í ár
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina