Nýggjur leiðari á Børkop
Robert Bladt er settur sum nýggjur fyristøðumaður á Børkop háskúlanum, sum Indre Mission í Danmark rekur. Háskúlin er væl kendur av føroyingum, og nógvir føroyingar hava verið har í longri og styttri tíðarskeið.
Í tíðindaskrivi sigur leiðslan á Børkop háskúlanum, at tey hava sett aðalskrivaran, prestin og MA í kristindómi, Robert Bladt, í starv sum fyristøðumaður á Børkop frá 1. august í ár at rokna.
Hevur nógvar royndir
Robert Bladt er 45 ár, giftur og eigur tvey børn. Robert hevur síðani 2008 verið aðalskrivari í Kristeligt Forbund for Studerende (KFS), og frammanundan var hann valmeinigheitsprestur í Fjellerup og forlagsleiðari hjá Lohse Forlag í Fredericia.