Nýggjur limur í høvuðsstýrinum

Høvuðsstýrið hevur fingið nýggjan lim. Hjalmar Hansen úr Rituvík hevur játtað at gerast partur av høvuðsstýrinum. Hjalmar er eitt kent andlit í Heimamissiónini, har hann m.a. var í starvi sum fíggjarleiðari fyri fleiri árum síðani. Hjalmar hevur eisini verið aðalskrivari hjá Bláa Krossi, og er formaður í stýrinum fyri Missiónshúsið í Rituvík.

Vit bjóða Hjalmari hjartaliga vælkomnum í tænastuna, og biðja Guds signing yvir ta uppgávu, sum hann nú fer undir.

LES EISINI  Útskifting í høvuðsstýrinum: Martha nývaldur limur og Ragnar takkar fyri seg
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina