Nýggjur maður á kontórinum í Nesvík.

1. desember byrjaði Eyðstein Zachariasen á landsskrivstovuni í Nesvík. Eyðstein fer at arbeiða hálva tíð og skal avloysa Tóru Toftegaard, sum júst er farin í barsilsfarloyvi. Framyvir verður tað Eyðstein Zachariasen, ið fer at svara telefonini á kontórinum í Nesvík. Eyðstein Zachariassen fer millum annað eisini at taka sær av bókasøluni og nethandlinum, Manna.fo

– Vit vilja bjóða Eyðsteini hjartaliga vælkomnum í starvið. Vit fegnast um, at hann hevur játtað seg til at hjálpa okkum, meðan Tóra er í farloyvi, sigur aðalskrivarin Andrias Magnussen.

LES EISINI  Fráfaringarløta fyri Tóru
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina