Nýggjur samskipari í KFUK Tórshavn
Tórhild Bjarkhamar er sett í starv sum samskipari hjá KFUK í Havn frá 1.nov 2022. Tórhild er útbúgvin lærari. Hon er eisini psyko- og familjuterapeutur og hevur útbúgving í leiðslu og verkætlanarleiðslu.
Louisa Niclasen, ið hevur verið skrivari hjá KFUK í mong ár, fer nú frá vegna aldur.
KFUK er ein kristin felagsskapur, ið varð settur á stovn í Føroyum fyri 100 árum síðan. Húsið hjá KFUK í Tórshavn er karmur um fleiri tiltøk hvørja viku. Skótarnir halda til har, og eldrasamkoma er hvønn mánadag. Hósdag er binditreff. Fleiri onnur tiltøk eru eisini í KFUK. Umframt nevndu tiltøk eru jólaaftanshugni, sangløtur, fundir, skeiðsvirksemi o.a.
KFUK hevur sett sær fyri at náa longur út í býin og landið, og tað verður eisini ein uppgáva, ið Tórhild fer at taka sær av. Húsinum tørvar ábøtur, og í løtuni verður arbeitt við at fáa húsið og økið uttanum í betri stand.