Nýggjur sangur frá Signari á Reynatrøð: Ímillum milliónir
Ímillum milliónir er ein nýggjur sangur, sum Signar á Reynatrøð hevur skrivað.
Sangurin er um, at vit eiga ikki at gloyma øll tey, sum verða forfylgd vegna kristnu trúgv sína. Signar sigur víðari, at á dýra biðidegi eiga vit júst at minnast til okkara trúarsystkin kring heimin, ið rinda prísin fyri at fylgja Jesusi eftir.
Sangurin er júst útkomin, og tað er Bárður á Reynatrøð, ið hevur gjørt lagið og spælir á klaver. Tummas Martin Jacobsen syngur, Oddur Joensen spælir guitar og Fríði Bjarkhamar spælir trummur. Benjamin Djurhuus spælir bass og hevur skipað fyri upptøkuni.