Nýggjur sóknarprestur settur í Fuglafirði

Nú hava fuglfirðingar fingið nýggjan prest. Tað er Gerhard Jónsson Mikkelsen, ættaður av Toftum, sum hevur verið prestur í Karlslunde Strandkirke í Danmark síðani 2014. Hann tekur við starvinum sum sóknarprestur í Fuglafirði 1. september.

Gerhard og konan Silva á Bergi Mikkelsen hava vitað leingi, at Gud fór at kalla tey til Føroyar, men tey vistu bara ikki hvar og nær – hetta skrivar Gerhard í sínari heilsu til samkomuna í Roskilde. Nú er so greitt, at tað verður prestastarv í Fuglafirði sum stendur fyri framman. Tey eru spent og gleða seg at hoyra vælkendu orðini “Vælkomin heim!”, tá ið tey lenda í Føroyum.

 

 

LES EISINI  Í Fuglafirði verður missiónsvika alla næstu viku
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina