Nýggjur tónleika- og kórleiðari í Meinigheitshúsinum í Havn
Meinigheitshúsið í Havn hevur sett Jóhannes Finnsson sum tónleika- og kórleiðara. Hetta er liður í miðvísu ætlanini at menna sang og tónleik í og út frá meinigheitini.
Í fyrstu atløgu er ætlanin at byrja eitt nýtt kór, ið fer í gongd at venja longu í mars mánað. Kórið fer at syngja rytmiskan kristiligan kórsang og er fyri øll, ið elska at syngja.
Eitt nýtt kórtoymi er í hesum sambandi stovnað við Alfred Petersen sum toymisleiðara, Jóhannes Finnsson sum kórleiðara og Jákup Brúsá við ábyrgd av tónleikinum.
Jóhannes Finnsson, ið kemur at stjórna nýggja kórinum, er útbúgvin tónleikalærari og hevur áður stjórnað kóri. Hann og familjan hava seinastu árini verið í trúboðarar í Tansania, har Jóhannes undirvísti í tónleiki á kristnum altjóða skúla. Hann hevur m.a. vant lovsongsbólkar, stjórnað sangleikum og ungdómskóri.
Fyrsta venjing verður týsdagin 7. mars kl. 17:30-19:00 í Meinigheitshúsinum í Havn, og har eru øll hjartaliga vælkomin við, óansæð um ein hevur tilknýti til Meinigheitshúsið ella ikki. Gongst væl at manna kórið frá byrjan, kunnu vit vænta at hoyra fyrstu framførsluna til ungdómspáskastevnuna í Meinigheitshúsinum í apríl.
– Sangur savnar okkum saman og er ein týðandi partur av okkara mentan og kristna siðaarvi, sigur Heri Kjærbo, stýrisformaður í Meinigheitshúsinum. Tí vilja vit seta meira orku inn fyri støðugt at menna og skapa góðar karmar fyri sangi og tónleiki í okkara meinigheitsarbeiði.
Kelda: meinigheit.fo