Meinigheitshúsinum í Havn sett nýggjan ungdómsleiðara og nýggjan skrivara

Á heimasíðuni hjá Meinigheitshúsinum í Havn – meinigheit.fo – verður m.a. kunnað um arbeiðið í Meinigheitshúsinum.

Seinastu dagarnar eru tveir persónar settir í tænastu í Meinigheitshúsinum.

Á heimasíðuni stendur hetta at lesa:

Nýggjur ungdómsleiðari

Leiðslan í Meinigheitshúsinum í Havn hevur sett nýggjan ungdómsleiðara. Talan er um Jákup Brúsá, sum eisini er partur av stýrinum. Jákup starvast til dagligt sum ráðgevi innan talgilda marknaðarføring. Men, nú fær hann eisini ábyrgdina saman við øðrum ungum, at leiða ungdómsarbeiðið í Meinigheitshúsinum í Havn.

Jákup hevur drúgvar royndir í ungdómsarbeiði. Bæði frá síni heimbygd, Leirvík, og úr Nesvík, har hann eitt tíðarskeið var ungdómsrágevi í Kirkjuligu Heimamissiónini. Ungdómurin í Meinigheitshúsinum er nógv vaksin í tali seinastu árini, og møguleikarnir at røkka ungdóminum í Havn við góðum boðskapi og felagsskapi eru sera góðir og nógvir.

Í heyst er ætlanin at seta gongd á komandi ætlanir fyri ungdómsarbeiði, at røkka longri út í býin og yvirhøvur longri út um landi og landoddarnar.

LES EISINI  Eingi Ólavsøkumøtir í Meinigheitshúsinum í Havn

Vit ynskja Jákupi og øllum ungu Guds signing í tænastuni.

Nýggjur skrivari

Stýrið í Meinigheitshúsinum í Havn telur 6 persónar, 3 kvinnur og 3 menn. Virksemið er vaksið nakað hesi seinastu árini. Tí hevur ein tørvur tikið seg upp, at samskipa og uppfylgja uppá fleiri og fleiri mál í leiðsluarbeiðinum. Leiðslan og meinigheitin hava sett sær nøkur mál, sum skulu náast tey komandi árini. Hetta krevur eitt væl skipað arbeiði.
Tí fegnast leiðslan um, at Patricia Christina Hentze hevur játtað seg til tænastuna, sum nýggjur stýrisskrivara. Patricia er 27 ára gomul. Hon hevur tey seinastu 8 árini sitið í ungdómsleiðsluni í meinigheitini. Patricia byrjar í tænastuni 1. juli.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina