Nýtt frá tí ukrainska bíbliu-felagnum

3.3.2022

Góðu starvsfelagar

Nú vit markera 1 viku síðan kríggið byrjaði og syrgja tey meir enn 2000 falnu og óseku fólk okkara, so eru vit samstundis takksom fyri, at Harrin gevur okkum enn ein dag.

Í gjár vóru bumbubrestirnir serliga hvøllir, bæði í Kharkiv og Kiev og nógv onnur støð í landinum við. Okkara toymi í Kharkiv er í tryggleika. Tey hava verið í kreppumiðstøðum allan dagin undir áhaldandi skjóting. Tíbetur var tað eitt vet róligari í gjárkvøldið, og tey fingu sovið nakrar tímar. Tað er nú 3 dagurin her uttan streym.

Í Kherson er støðan framhaldandi sera trupul, av tí at býurin enn er umgyrdur av fíggindaligari megi, ið regluliga skjóta eftir íbúðarøkjum. Øll búgva í heimi teirra og í kreppumiðstøðum. Støðan við útbúningi í báðum býum er sera trupul. Biðið vinaliga um, at ein trygg geil verður stovnað rættiliga skjótt, so at íbúgvarnir kunnu fáa neyðugan mat og heilivág.

Kortini eru okkara starvsfelagar í vestara parti av Lviv aktivt virknir saman við kirkjum og sjálvbodnum, fyri at veita andaligan stuðul og likamliga hjálp til fólk í hundraðtúsundatali av flýggjandi menniskjum, ið koma frá restini av landinum: vaksin og børn eru sera takksom fyri ta umsorgan, staðbundnar kirkjur veita og frøin gjørdist stór, tá vit tóku ímóti Bíbliunum.

Trýst á her fyri at síggja nakrar myndir

Bønin í gjár í St. Sophia-dómkirkjuni var ein heilt serlig uppliving, ið hann eisini deildi (av ávísum orsøkum varð hon ikki stroymað) Leiðarar frá nærum øllum kirkjum og átrúnaðarligum felagskapum í landinum vóru savnað har. Og út av óteljandi tvørkirkjuligum tiltøkum, ið hann tók lut í, var hetta tað einasta, har øll bóðu við teirra egnu orðum uttan formlig skjøl at lesa frá. Ein blandingur av ymsum kenslum varð týðiligur, tí luttakarnir vistu, at dómkirkjan kundi farið í luftina nær tað skuldi vera. Tey stúrdu fyri teirra tjóð, og kortini vóru tey takksom fyri nærveru og náði Guds hesar 7 síðstu dagarnar. (Innanríkismálaráðharrin tók eisini lut í tiltakinum – á eini mynd við Anatoliy.)

Á einum videobroti sæst, hvussu nógv ung vóru við til at skilja og pakka og skipa fyri neyðhjálp til fólk í bumbuskýlum, barnaheimum og til eldri. Okkara Kiev-toymi koyra vanliga hesar vørur út til ymisk støð í býnum, ofta undir skothóttan. Eitt av støðunum er eitt stað, har nógv eldri fólk búgva og hava tørv á hjálp.

Vinaliga haldið á við at biðja fyri Ukraina og, har tað er tykkum gjørligt, hevjið upp rødd tykkara fyri at gera land okkara til eitt flogbannsøki – so mong ósek doyggja hvønn dag vegna ræðuligu og ómenniskjaligu loftálopini (ið vanliga henda um náttina)

Takk skulu tit hava!
Rostyslav


Føroyska Bíbliufelagið

Støðan hjá Ukrainska Bíbliufelagnum er, at bíbliugoymslan í Kiev er tóm. Metingin er, at tørvurin á Bíblium kemur at vaksa og standa við langa tíð fram.


Norska Bíbliufelagið hevur stuðlað Ukrainska Bíbliufelagnum síðani 1990 og skipar nú fyri eini innsavnan til Ukrainska Bíbliufelagið. Hendan innsavnan varð løgd til rættis í fjør, men nú er tað meira viðkomandi enn nakrantíð. Stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið hevur á fundi 28. feb. valt, at vit vilja stuðla hesum.


Føroyska Bíbliufelagið fer tí at heita á stuðlar og allar føroyingar at vera við at fylla goymslurnar hjá Ukrainska Bíbliufelagnum.


10 ukrainskar barnabíbliur kosta uml. 300 danskar krónur.


Kontan til endamálið er: 9181-492.922.7
Minst til at viðmerkja: Ukraina.


Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina