Nýtt kirkjuár og nýggj bíbliulesiætlan

Føroyska Bíbliufelagið hevur í fleiri ár givið bíbliulesiætlan út, og nú 1. sunnudagur í advent er sunnudagin, er bíbliulesiætlanin fyri kirkjuárið 2019/20 komin. Hon er ikki einans ætlað kirkjufólki, men hon fylgir kirkjuárinum, ið byrjar við adventini.

Nýggja bíbliulesiætlanin fæst um alt landið í kirkjum, fríkirkjum og samkomum, og hon er ókeypis fyri einstaklingar.

Grundin til at hava eina bíbliulesiætlan er, at fyri tey flestu er tað ein avbjóðing at lesa regluliga og skipað í Bíbliuni. Tá er bíbliulesiætlanin eitt hent amboð, sum kann lætta um dagligu avbjóðingina. Lesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftbrotum at lesa hvønn dag í árinum, og sunnudagar eru prædikutekstirnir í Fólkakirkjuni.

Tað stendur sjálvandi øllum frítt at lesa Bíbliuna, sum einum lystir. Tey flestu lesa helst einsamøll, onnur lesa saman. Summi lesa frá byrjan til enda, og onnur í brotum. Í øllum førum er bíbliulestur ein kelda til lív, íblástur og uggan í tungum sum góðum døgum, sigur bíbliufelagið í tíðindaskrivi.

LES EISINI  Kumpas seinkað

Bíbliulesiætlanin er týdd frá danska bíbliufelagnum, og Føroyaprent hevur sett hana upp.

Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbliufelagnum á tel 787826 ella telduposti til biblia@biblia.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina