Nýtt kór sang til missiónsvikuna í Gøtu
Sunnudagin vóru áleið 160 fólk samlaði til endan av missiónsvikuni í Gøtu. Ovi Brim, prestur, talaði Guds orð og nógv nýttu høvið til at luta eitt orð ella ein vitnisburð. Øll høvdu longu við komu fingið handað ein lítlan flottan seðil við einum skriftstaði á, og fleiri av teimum, sum tóku orðið, viðmerktu júst tað skriftstaðið, tey høvdu fingið í hondina.
Meðan hetta var seinasta kvøldið í missiónsvikuni, merkti møtið eisini byrjanina uppá nakað nýtt. Tað var nevniliga fyrstu ferð at nýstovnaða Gøtu Gospelkór framførdi. Tú kanst hoyra fyrsta sangin, tey sungu, í filmsbrotinum.
Tað er deiligt, at tað framvegis verða nýggj kór stovnaði, og vit ynsktu tí Gøtu Gospelkóri Guds ríku signing í teirra tænastu.
Missiónsvikan varð hildin í kirkjukjallaranum í kirkjuni við Gøtugjógv. Men tað ljóðaði ein sterk vón um, at missiónsvikan næsta ár verður hildin í missiónshúsinum Bethania. Tað eru nemliga 100 ár síðan gamla Bethania varð vígt, so tað hevði verið gott at hátíðarhildið hetta við vígsluni av nýggja húsinum.
Arbeiðið gongur spakuliga framá, men er tengt at sjálvbodnari arbeiðsmegi og at gávur koma inn. Í løtuni eru fólk í gongd við at mála veggirnar. Síðan skal gólv leggjast á, og tað er ein av dýraru postunum.
Ynskir tú at hjálpa Gøtu Gospelkói og øllum hinum í bygdini at hátíðarhalda 100 ár í sínum egna húsi, so kanst tú geva eina gávu til Nýggja missiónshúsið Bethania á konto 6460-1794525.