Nýtt missiónshús og trúboðarar í Eysturgrønlandi
Í mong ár hava vit havt ta fatan, at Eysturgrønland var “baksíðan” av Grønlandi og var andaliga sæð í myrkri, og staðið har tað framvegis ikki var nakað fríkirkjuligt arbeiði.
Men hetta er broytt nú! Eitt nýtt missiónshús – “Friðarins Hús” er bygt og vígt.
Gjøgnum mong ár hevur verið arbeitt við missión í Eysturgrønlandi og serliga í Tasiilaq. Toymir frá felagsskapinum “Ungdom Med Opgave” úr ymsum londum hava vitjað býin og havt missiónsvirksemi har – líka síðani 1986.
Ein meinigheit í Íslandi hevur í mong ár arbeitt fram ímóti, at tað skuldi byggjast ein kirkja í býnum. Tey hava sent toymir hagar og hava biðið fyri hesum. Tað sama varð gjørt í Nuuk, tá ein fyrrverandi trúboðari, eftir eina ferð í Tasiilaq, greiddi frá tí andaliga myrkrinum og neyðini, ið var í býnum.
Tasiilaq lagt honum á hjarta
Peter de Graaf úr Hollandi var sum ungur á einum UMO-túri í Tasiilaq, og har legði Harrin honum hendan býin á hjarta. Heimafturkomin spurdi hann gentu sína, sum seinni gjørdist kona hansara, um hon vil koma við sær til Tasiilaq sum trúboðari.
Tað tók Katharinu 9 ár at gerast til reiðar til hesa uppgávu. Tað skuldi nógv arbeiði til frá Guds síðu, áðrenn tey komu til Tasiilaq til tess at vera langtíðar trúboðarar!
Í september 2014 komu Peter og Katharina de Graaf til Nuuk og búðu á INO-gistingarhúsinum. Tey fingu ymiska kunning um Grønland, og ikki minst um tað danska málið, sum tey skjótt lærdu seg at tosa.
Í 2015 fór familjan, sum tá vóru hjúnini og sonur teirra Joel, til Tasiilaq fyri at hjálpa til í tí lítla kristiliga arbeiðinum, sum var byrjað í býnum.
Peter og Katharina gjørdust skjótt eitt miðsavnandi leiðarapar í missiónsarbeiðinum, saman við nøkrum at teimum fáu kristnu í býnum. Tey høvdu húsmøtir og bíbliuskúla í heimi sínum. Men tað gjørdist skjótt greitt, at arbeiðinum tørvaði eitt savningarstað – eitt hús.
Friðarins Hús
Ein bólkur av fólki úr Íslandi, Norra og Grønlandi, sum gjøgnum árini høvdu verið við í arbeiðinum í býnum, stovnaðu ein sjálvsognarstovn við navninum “Friðarins Hús Tasiilaq”.
Ætlanini hjá nevndini var at byggja eitt hús, sum kundi virka sum savningarstað fyri børn og tey ungu í býnum, og annars øllum, sum hava tørv á einum kristiligum felagsskapi. Eitt stað, har skeið um familjulív á einum kristnum grundarlagi verða boðin út. Og har tann nýggja meinigheitin kundi hittast til gudstænastu.
Peter og Katharina eru send út av trúboðarafelagsskapinum Globe Mission, men tey samstarva við INO-kirkjuna í Grønlandi, og hetta førdi til, at ein meinigheit varð stovnað í 2018. Um hesa tíðina byrjaðu fólk í býnum at koma til húsmøtini, og fleiri vórðu doypt.
Innsavning í fleiri londum
Í gjøgnum fleiri ár varð skipað fyri innsavning í fleiri meinigheitum í Norra, Íslandi og Týsklandi við tí í hyggja at byggja eina kirkju. So tá arbeiði av álvara tók dik á seg, vóru umleið 600.000 krónur í kassanum!
Eftir til fánýtis at hava leitað eftir einum hóskandi húsi, varð gjørt av at byggja eitt nýtt. Verkætlanin var sera stór, og fíggjarætlanin ljóðaði uppá 1,8 milliónir krónur. – Ein risaavbjóðing fyri trúboðararnar og øll onnur, sum virkaðu við í arbeiðinum.
Farið varð undir byggingina á sumri í 2020. Tá var nóg mikið av peningi til at keypa sjálvt húsið, men alt annað so sum el og vvs umframt klárgering av byggigrund, var ikki peningur til.
Tað var sera trupult at fáa sjálvbodnar arbeiðsmenn, og tað gjørdist uppaftur tvørligari orsaka av corona kreppuni, sum rakti allan heimin á vári í 2020.
Tað eydnaðist tó at finna kristnar timburmenn og arbeiðsmenn í Grønlandi, og farið varð undir byggingina, uttan at vita hvussu hetta fór at enda. Men Harrin hevði eina ætlan.
Tað kom framhaldandi peningur inn frá kristnum bólkum kring allan heimin, samstundis sum allir grunnar, sum søkt hevði verið um stuðul frá, góvu noktandi svar!
Tað kom eisini framhaldandi sjálvboðin arbeiðsmegi, og á heysti í 2020 stóð húsið liðugt!
Kelda: Blaðið ‘Udfordringen’
Torfinn Jacobsen týddi