Nýtt missiónshús tikið í nýtslu

Tað eru nú fýra ár síðani at gamla missiónshúsið í Rituvík varð rivið niður fyri at gera pláss til eitt nýtt og betri hús. Og í vikuskiftinum bleiv so fyrsti partur av missiónshúsinum tikin í nýtslu.

Tað var hátíðarhildið sunnudagin, har húsið var opið til eina hugnaliga løtu. Og nógv tóku av møguleikanum at koma á gátt.

Fyri at sleppa undan at ov nógv savnaðust í senn varð tiltakið tilrættislagt soleiðis, at andakt var bæði kl17 og kl18 – hetta so fólk kundu koma fleiri tíðspunkt uttan at missa nakað.

Andaktin byrjaði við sanginum “Almátts Gud, vit prísa tær”. Hesin sangurin var eisini sungin tá gamla missiónshúsið var vígt 31. Januar 1935. Tá var tað tó á donskum.

Tað var formaðurin, Hjalmar Hansen, sum hevði andaktin. Hann talaði yvir rómverjabrævið kapittul 10 vers 13-17, har Paulus setur spurningarnar: Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar? 

LES EISINI  Nú er bara ein vika eftir

– Vit vilja fegin at menniskju vera frelst, frelst frá dómi og glatan og frelst til lív og frið, sagde Hjalmar Hansen, og fortsatte: – Tí skal her í húsinum ljóða ein klárur og greiður gleðiboðskapur, ein gleðiboðskapur, ið er “orð Krists”, ein boðskapur, sum verður boðaður í orði og í verki. Vit hava ofta lyndi til at leggja so stóran dent á talaða orðið, at vit gloyma verkið – lat okkum minnast til, at sum kristin, so eri eg settur í heimin at tæna eins og Jesus gjørdi.

Verður vígt í 2022

Hóast húsið nú er tikið í nýtslu, so er framvegis ikki endaligt dato sett á nær húsið verður vígt. Tað verður tá ovara hæddin eisini er liðug. Væntandi verður hon liðug í komandi ári. Men enn mangla bæði pengar og sjálvboðin hjálp áðrenn til ber at koma á mál.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina