Nýtt navn til café í Meinigheitshúsinum

Á Meinigheitsfundi leygardagin 5. mars varð navnið avdúkað á nýggju caféini í Meinigheitshúsinum. Nýggja navnið er HeBrews – eitt orðaspæl millum enska heiti fyri Hebrearar og at bryggja (kaffi).

Navnakapping varð útskrivað í november, og tá freistin var úti 31. desember vóru fleiri góð uppskot komin inn. Stýrið hevur viðgjørt innkomnu uppskotini, og vinnandi uppskotið átti Maureen Djurhuus Clarke. Av tí Maureen arbeiðir uttanlands, bar tað ikki til hjá henni at verða við til avdúkingina. Men í staðin var systurin Maria, sum tók ímóti vinninginum, eitt gávukort frá bókhandlinum Manna hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Arbeiðið við nýggju kaféini er komið væl áleiðis, og verður hon vónandi liðug heilt skjótt. Talan er í fyrstu atløgu ikki um eina kafé, ið er opin dagliga til ávísar tíðir. Hvat virksemi verður koma vit at kunna um seinni. Helena Sunnsker er sett sum leiðari á kaféini og kemur hon at samskipa virksemi á kaféini.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina