Nýtt neyst í Leguhúsinum í Nesvík

Í nógv ár hevur eitt kjallararúm í Leguhúsinum í Nesvík verið brúkt til at goyma árar, vestar, bóltar, hoppibond og nógv annað at stuttleika sær við. Hetta rúmið hevur verið kallað neystið.

Nú er nýtt neyst í gerð, og í sama umgangi verður ein nýggjur durur gjørdur til niðaru inngongdina av Leguhúsinum. Ætlanin er at flyta allar uttanduralutirnar út í nýggja neystið og flyta verkstaðið hjá húsavørinum í gamla neystið. Síðan skal verkstaðið, sum er beint við síðuna av ítrivsrúminum, blíva partur av ítrivsrúminum.

Nýggi dururin fer at gera tað høgligari at brúka hurðina á niðaru síðuni av Leguhúsinum í Nesvík, av tí at tað verður betri pláss til bæði skógvar og jakkar.

Mikudagin bleiv uttari veggurin stoyptur. Málið er at fáa neystið liðugt í ár.

Ymiskar fyritøkur hava veitt góðan stuðul, so tað ber til at byggja hetta nýggja neystið uttan at Heimamissónin hevur fingið eyka útreiðslur av lítlu útbyggingini.

LES EISINI  Heimamissiónsskrivstovan í summarfrí
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina