Nýtt samstarv millum Voxbotn, G!, Summarfestivalin og Bláa Kross: Lat tónleikin vera tín rús
Summarið er komið og tað merkir festivalar! Átakið hjá Bláa Krossi Føroya “Liv Lívið” hevur í samstarvi við Okkara Voxbotn, G! Festivalin og Summarfestivalin sett eitt átak í gongd við slagorðinum “Lat tónleikin vera tín rús”. Tað siga hesir samstarvsfelagar í felags tíðindaskrivi.
– Átakið gongur út uppá at eggja fólkið til at njóta summartónarnar til fulnar uttan ávirkanina av rúsevnum ella ovurnýtslu av rúsdrekka, og samstundis at fyribyrgja fyllskapi ímillum tannáringar. Við hesum slagorði vilja vit røkka út til Føroya fólk við einum jaligum boðskapi um at njóta tónleikin og ansa sær við rúsevnum og rúsdrekka, sigur Lív Justinussen, samskipari av verkætlanini Liv Lívið.
Átakið hevur fingið stóran íblástur frá verkætlanini hjá danska heilsumálaráðnum, ið kallast “Music against drugs”. Hetta átak byrjaði sum eitt samstarv við Roskilde Festival og Dansk Live, og nú eru flestu danskir festivalar við í átakinum. Í hesum átaki verður stórur dentur lagdur á at vísa ávirkanina, ið ovurnýtsla av rúsdrekka og nýtsla av rúsevnum kann føra við sær.
Liv Lívið er ein verkætlan hjá Bláa Krossi Føroya, ið snýr seg um at eggja ungum til at liva og njóta lívið uttan rús.
– Vit vilja ígjøgnum hesa verkætlan vísa á, at gaman og hugni eisini er at finna í rúsfríum løtum, sigur Lív. Samstundis arbeiða vit við at fyribyrgja, at ung koma illa fyri ella gerast bundin av rúsdrekka ella rúsevnum. Ein partur av arbeiðinum gongur fyri seg á festivalum og øðrum tiltøkum um summarið, har tann væl kenda bingjan verður nýtt til at bjóða ungdóminum eina rúsfría veitslu.
Á heimasíðuni www.livlivid.fo kanst tú lesa meira um verkætlanina Liv Lívið. Á síðuni er bæði tilfar til ungdómin og til tey vaksnu, ið eru um ungdómin.