Nýtt starvsfólk á landsskrivstovuni í Nesvík

17. august byrjaði Ester við Korkusá á landsskrivstovuni í Nesvík. Ester fer at arbeiða hálva tíð. Samstundis fara Súsanna og Kristianna niður í tíð. Ester fer at vera partur av teimum dagligu uppgávunum á skrivstovuni, har hon eisini fer at taka sær av bókasøluni og nethandlinum, Manna.fo.
Ester er júst útbúgvin skrivstovufólk. Hon hevur staðið í læru á Landssjúkrahúsinum.

– Vit vilja bjóða Ester hjartaliga vælkomnum í starvið. Vit fegnast um, at hon nú verður partur av okkara starvsfólkahópi, sigur aðalskrivarin Andrias Magnussen.

LES EISINI  Landsskrivstovan stongd vegna veður
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina