Nýtt starvsfólk innan barna- og familjuøkið

Nú er avloysarin fyri Erlu Mortensen, sum fer úr starvi í summar, funnin. Tað er eitt kent andlit, sum kemur í starvið, tí tað er nevnliga Jóhan Hansen úr Rituvík.

Hetta er triðju ferð í eitt ár, at hann verður settur í starv hjá okkum. Stórur partur av starvinum er at hava ábyrgd av at samskipa nógv av teimum stóru tiltøkunum hjá okkum. Serliga tey í Nesvík.

Eftir summarfrítíðina í fjør kom Jóhan í starvslæru hjá Heimamissiónini í samband við lesnaðin í “Kristnitrúgv, mentan og samskifti” (3K). Síðani bleiv hann settur í eitt barsilsfarloyvisstarv fyri Tóru Toftegaard, samstundis sum hann hevur tikið sær av nøkrum av uppgávunum hjá Erlu, sum hevur verið sjúkrameldað eftir ferðsluóhappið í januar.

Tað var ætlanin at Jóhan skuldi arbeiða sum volontørur í barnaarbeiðinum eftir summarfrítíðina.

– Eg gleði meg at byrja í starvinum, sigur Jóhan Hansen, og heldur fram:- Eg haldi tað er eitt ógvuliga spennandi og týdningarmikið starv, har høvuðsendamálið er at børn koma at kenna Jesus. Umframt at samskipa legur og onnur tiltøk, er ætlanin eisini at seta tíð av til at vitja sunnudagsskúlar og juniorarbeiðir runt landið. Sjálvur megni eg lítið, men eg standi ikki einsamallur í tænastuni. Fyrst og fremst er Guð við, og harnæst tey hundraðtals fólkini, sum ymsa staðir í Føroyum trúliga fortelja børnunum um Jesus. Eg gleði meg til at læra øll hesi fólk at kenna, og at samstarva við teimum um at boða tann størsta boðskapin til tey yngstu.

Jóhan er í løtuni við at leggja seinastu hond á høvuðsuppgávuna í lesnaðinum, sum skal verjast við munnligari próvtøku í summar

Fyri at Jóhan skal kunna hugsavna seg um uppgávuna, og vera klárur at byrja í nýggja starvinum í juli, so verður leitað eftir nýggjum skrivstovufólki til landsskrivstovuna í Nesvík. Ein volotørur skal eisini finnast í hansara stað. Harafturat mangla vit ein volontør til Trúboðan.

Takk fyri tit øll, sum vilja fevna Jóhan, og komandi tænastuna, í forbønum tykkara.

Ein tøkk fer eisini til tykkum, sum biðja saman við okkum, um at vit finna fólk til leysu størvini.