Nýtt starvsfólk

1. september byrjar Heðin Arge í 75% starvi á Trúboðanum. Heðin er úr Klaksvík, men síðstu árini hevur hann búð í Keypmannahavn, har hann hevur lisið almenna umsiting.

Seinastu tíðina hevur Heðin arbeitt sum tíðindamaður, har hann hevur fylgt rógvaranum, Sverra Sandberg Nielsen, á hansara leið til OL í Tokyo.

Heðin er giftur við Mirian og saman eiga tey tveir synir. Familjan flytir nú aftur til Føroya.

LES EISINI  Nú er skrivstovulærlingur settur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina