Nýtt starvsfólkarúm í Leguhúsinum í Nesvík 

Tá ið starvsfólkini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini hava havt matarsteðg, so hava tey etið í Loftstovuni í Leguhúsinum í Nesvík. Soleiðis verður tað ikki frameftir, tí mikudagin varð nýtt starvsfólkarúm tikið í nýtslu.  

Tað eru fleiri orsøkir til, at starvsfólkini nú hava fingið onnur høli til matarsteðg.  

– Loftstovan er eitt deiliga stórt rúm, men staðsetingin hóskar ikki so væl í mun til skrivstovuhølini. Tá ið Leguhúsið er útleigað, so eru starvsfólkini noydd at fara inn á útleigaða økið, har Loftstovan er. Hetta er ikki altíð so praktiskt. Úr Loftstovuni sæst heldur ikki, um onkur gestur kom, meðan vit vóru til matarsteðg, sigur Andrias Magnussen, aðalskrivari. 

– Nú er eitt nýtt starvsfólkarúm innrættað, har sum húsavørðurin upprunaliga hevði íbúð. Ætlanin er, at Háskúlin í Nesvík skal yvirtaka Loftstovuna, sum síðani verður innrættað til skrivstovu og undirvísingarhøli hjá Háskúlanum, leggur Andrias Magnussen afturat. 

Húsavørðurin í Leguhúsinum, Sigvald Zachariasen, hevur staðið á odda fyri arbeiðnum við nýggja starvsfólkarúminum. Hølið hevur bæði góðan køk og ljóðdempandi loft, so umstøðurnar eru góðar hjá starvsfólkunum. Fleiri sjálvboðin hava verið við í arbeiðnum. Betri grunnurin hevur veitt fíggjarligan stuðul til verkætlanina. 

LES EISINI  Nýggjur háskúlaleiðari funnin

Starvsfólkini møttust til ein góðan morgunmat mikumorgunin, eftir at snórurin varð kliptur. Til morgunmatin varð m.a. borðreitt við rundstykkjum og English breakfast við egg, bacon og bønum. 

Starvsfólkini lata væl at nýggju hølunum. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina