Nýtt tiltak ístaðin fyri missiónsviku
Gjøgnum tey seinastu mongu árini hevur missiónsvika verið ein afturvendandi táttur hjá flestu missións- og meinigheitshúsum kring landið.
Nú hevur leiðslan í Meinigheitshúsinum í Havn, eftir fleiri ár í umhugsni, valt at ganga nýggjar leiðir.
Missiónsvikan hoyrir eini farnari tíð til, men vit hava mett, at vit mugu verða meira viðkomandi fyri borgararnar í býnum. Vit mugu koma út til fólkið og skipa almenn tiltøk úti í býnum, skrivar heimasíðan hjá meinigheitshúsinum í Havn.
Tí hevur leiðslan avgjørt, at frá 24. til 27. januar 2019 verður møtirøð í Havn á einum meira almennum stað. Boðarar eru komnir uppá pláss. Tað verða Jákup E. Petersen, sóknarprestur, og Pauli Bertholdsen, gudfrøðingur, sum koma at boða gleðiboðskapin hesar dagarnar. Nógvur sangur verður eisini á skránni. Innan stutta tíð verður ein skrá almenn, so skjótt stað er komið endaliga uppá pláss, skrivar meinigheit.fo
(Mynd: Meinigheit.fo)