Nýtt videolag frá Bubu

Klovnurin Bubu hevur lagt eitt nýtt videolag á sína YouTube-rás. Rásin er sera vælvitjað, og hevur higartil fingið umleið 800.000 “hits”, og við nýggja lagnum fara børn í Føroyum og kring heimin at síggja og hoyra enn meira til Bubu.

Nýggja lagið er við á filminum, ið Bubu, saman við Jógvani professara, læt úr hondum í fjør. Nú er lagið eisini tøkt á YouTube.

Orð og lag hevur argjamaðurin Jón Magnus Joensen gjørt fyri mongum árum síðani, men nú er tað komið í nýggjum hami. Videolagið er tikið upp í Ísrael, í En Gedi, har Dávid krógvaði seg fyri Sául kongi. Lagið eitur: “Í staðnum Betlehem”.

Við hesum fer Bubu í gongd aftur við framførslur, har hann um vikuskiftið vitjar Østrøm leygardagin klokkan 15.30 í sambandi við stuðulstiltak fyri Lindina.

Sunnudagin vitjar Bubu í Sandavági til familjumøti klokkan 15.00. Í næstu viku fer hann til Danmarkar at hitta Pjerrot og Sigurd Barrett, har teir fara at umrøða føroyskt tiltak á Bakkanum og eisini okkurt í Føroyum, so spennandi verður at fylgja við, hvat fer at henda hjá Bubu og toyminum í 2016.

“Í staðnum Betlehem” sæst HER!