Nýumsettur sangur: Vend við og ver til reiðar 

Tað var ein týdningarmikil spurningur, sum varð tikin upp til viðgerð á Stórmøtunum undanfarna vikuskifti. 

Vit hava einans eitt lív, men tað eru tveir ymiskir mátar at liva og doyggja uppá. Spurningurin er tí, um tú ert klárur? 

Sunnukvøldið sang Heðin Askham sangin hjá Larry Normanns ”I whis we’d all been ready”, sum júst er umsettur. Í dag kenna nokk fleiri útgávuna hjá DC Talk. 

Tað er Signar á Reynatrøð, sum hevur umsett sangin. Tú kanst lurta eftir honum her. 

Vend við og ver til reiðar 

Larry Normann 1969  – I wish w’ed all be ready 
Leysliga umsett: Signar á Reynatrøð aug. 22 

Klandur, kríggj og hjørtu køld, 
lívleys børn, ein syndabundin fjøld. 
Vend við og ver til reiðar! 

Syndaskálin var nú full, 
dagligt breyð tey keyptu fyri gull. 
Vend við og ver til reiðar! 

Her tú valdi annan veg. 
Guðs sonur kom, 
men kendist ei við teg. 

LES EISINI  KRISTFEST – Kristiligur tónleikafestivaldagur

Einsamøll tá kvinna sær 
sorgarsjón, tí makin horvin var.  
Vend við og ver til reiðar! 

Fjallmenn tveir á tal um arv, 
ogn og fæ, men annar teirra hvarv. 
Vend við og ver til reiðar! 

Her tú valdi annan veg. 
Guðs sonur kom, 
men kendist ei við teg. 

!… millumspæl …! 

Fjøldin gloymir Nóa, Lot. 
Dagur Harrans koma kann á nátt. 

Dusa sær í síni synd – 
síggja ei, tey eru deyv og blind. 

:: Her tú valdi annan veg. 
Guðs sonur kom, 
men kendist ei við teg. :: 

… Vend við og ver til reiðar! … Kendist ei við teg … 
… Vend við og ver til reiðar! … Kendist ei við teg … 
… Vend við og ver til reiðar! … Kendist ei við teg … 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina