Okkara lega 2019 – nú er tíð at tekna seg
Aftur í ár bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin rørslu- og menningartarnaðum og øðrum saman við avvarðandi á Okkara legu. Legan er í døgunum 6. – 8. september í Leguhúsinum í Nesvík.
Sum vant er ein rúgvismikil og fjølbroytt skrá. Viðkomandi fyrilestrar, veitslukvøld við burturluting, har Magni Christiansen syngur, andaktir, gudstænasta, nógvur sangur, spøl, ríðing, fimleikur, boccia, fótbóltur og annað. Og sjálvandi verður nógv gott at eta.
Á facebook-bólkinum “Okkara lega 2019” verður fullfíggjað skrá.
Seinasta freist at tekna seg er 30. august, og tilmelding fer fram á mission.fo/tilmelding.
Kostnaðurin er 650 krónur fyri vaksin. Tey, ið bara luttaka leygardagin, rinda 400 krónur. Børn 5-14 ár rinda 300 krónur, og børn 0-4 ár luttaka ókeypis.
Peningurin skal flytast í Betri banka á kontu 9181 – 447.414.9. Hav kvittan við og viðmerk navn.
Um spurningar eru um leguna, ber til at ringja eftir klokkan 18 til Haldu á telefon 589063.