Okkara Lega hevur 30 ár á baki

Um vikuskiftið var Okkara Lega aftur á skránni í Leguhúsinum í Nesvík, og í ár var serstakt, tí legan hevur 30 ár á baki. Legan, sum er fyri fólk við rørslu- og menningartarni, hevur gjøgnum árini verið eitt av ársins hæddarpunktum hjá nógvum. Fleiri av luttakarunum og fyriskiparunum hava verið við næstan øll árini og siga, at tiltakið hevur havt stóran týdning fyri tey.

Á leguni vóru umleið 120 luttakarar, sum hugnaðu sær við eini fjølbroyttari skrá. Eitt nú kundu luttakararnir spæla bólt, royna seg við boccia, og fáa ein túr á hestbaki. Harumframt var gudstænasta, har Jógvan Fríðrikson bispur luttók. Signar í Homrum og Terje Vestergaard vitjaðu eisini á leguni og sungu fyri luttakarunum, leygardag seinnapart kom Bubu og yvirraskaði luttakararnar.

Legan er merkt av meira enn bara tí sosialu og andaligu samveruni; hon er eisini merkt av sterkum felagsskapi millum luttakarar, hjálparfólk, fyriskiparar og øll, ið eru við til at gera tiltakið møguligt. 

LES EISINI  Starvslýsing: Vilt tú vera við til at halda og menna eitt livandi leguhús?

– Hendan legan er til signing fyri mong av okkum, sigur Dánial Gram Høgnesen, luttakari á leguni. Mær dámar væl samanhaldið, hóast vit eru ymisk. Og tað mest umráðandi er Guds orð til okkum og hvat Jesus hevur at siga.

Tað er lívligt í Nesvík við dansi og spæli, tá Okkara Lega er á skránni.

Kristian Fríðrik Olsen, sum hevur verið við sum hjálparfólk og fyriskipari í yvir 22 ár, sigur, at legan hevur ein heilt serstakan týdning fyri hann.

– Hetta er hæddarpunktið. Sálin hjá mær flýtur yvir hjá mær, nú tá ið eg havi verið her, sigur Kristian Fríðrik, sum býr í Norður-Svørríki, men fleyg heim til Føroyar í síðstu viku fyri at hjálpa til á Okkara Legu.

Fyriskipararnir gleðast um, at legan hevur megnað at samla fólk í 30 ár, og at hon hevur verið til signing fyri so mong. Vónin er, at legan kann halda fram at vera ein stuðul og signing í mong ár afturat.

Filmað og sett saman: Sámal Jákup Jakobsen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina