Okkum tørvar enn hjálp í Leguhúsinum

Arbeiðið við at leggja gólvið á í niðaru hæddini er liðugt, og eisini er liðugt mála. Og her skal ljóða ein stór tøkk til tey sjálvbodnu, ið hava lagt so nógva orku í arbeiði.

Tað er enn brúk fyri hjálp til ymiskt, um tað skal eydnast at nýta nýggju kamarslonirnar til summarlegurnar. Í hesu upptøku sigur húsavørðurin, Sigvald Zachariasen, frá hvussu støðan er nú við arbeiðinum og hvørjar uppgávurnar eru, sum skulu gerast komandi mánaðirnar.

Um tú hevur hug at vera við til at gera snotiligu kømrini liðug, til gleði og signing fyri nógv fólk, so kanst tú seta teg í samband við Sigvald Zachariasen, á telefon 230076.

LES EISINI  Sigvald verður nýggjur húsavørður í Leguhúsinum í Nesvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina