Okkum tørvar hjálp í Leguhúsinum

Sjálvboðin arbeiða við at gera nýggju kamarslonirnar lidnar. Hóast arbeiðið hevur gingið seinni enn ætlað síðani korona kom, so eru arbeiðið komið væl ávegis.
Nú tørvar okkum hjálp til at fáa loftini í kamarslonini uppundir, og at gera arbeiðið liðugt. Um tú hevur hug at vera við til at gera snotiligu kømrini liðug, til gleði og signing fyri nógv fólk, so kanst tú seta teg í samband við húsavørðin í Leguhúsinum, Sigvald Zachariasen, á telefon 230076.

LES EISINI  Kirkjuliga Heimamissiónin keypt alistøðina í Nesvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina