Oktoberlegan sett í gongd

Endiliga fingu vit bjóða gott 100 ungum á legu aftur í Nesvík.

Legan, sum í fleiri ár hevur havt heitið Novemberlegan, bleiv í fjør flutt fram til í oktober, men vegna koronustøðuna bleiv hon útsett fleiri ferðir.

“Í gjár tóku vit í móti yvir hundrað spentum ungum í Nesvík, og tað var gleði og dansur í salinum, tá lovsongsløtan byrjaði!”, sigur Bjarta Arge, sum er ein av høvuðsleiðarunum á leguni. Torleif Johannesen hevði eina talu til tey ungu. Tað er lív í, og vit gleðast um aftur at hava so nógv ung samlaði í Nesvík og um Guds orð!

LES EISINI  Okkum tørvar enn hjálp í Leguhúsinum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina