Ólavssøka í Meinigheitshúsinum í Havn

Meinigheitshúsið í Havn bjóðar aftur í ár inn á Ólavssøku at hoyra Guds orð, syngja saman og til ein góðan drekkamunn. 

Tað er vorðin ein siður fyri mong, bæði úr høvuðsstaðnum og av bygd, at leita sær inn á gólv í Meinigheitshúsið – reyða húsið beint við SMS – at syngja saman og til ein góðan drekkamunn. Aftur í ár verður boðið inn báðar ólavssøkudagarnar. 

Ólavssøkuaftan 28. juli verður møti kl. 20:00, har Anton í Liljudali talar og Gøtu kirkju ungdómskór syngur. Aftaná verður bjóðað til drekka. 

Aftaná møti – kl. 22:30 – skipa tey ungu fyri lovsangsløtu við nógvum góðum felagssangi. 

Ólavssøkudag 29. juli verður møti kl. 20:00. Elisabeth Poulsen, ið virkar sum trúboðari í Afrika og leiðari fyri felagsskapinum Tæn Afrika, talar. Bólkurin Tabitha av Argjum syngur. Aftaná verður bjóðað til lagkaku.

LES EISINI  Meinigheitshúsið í Havn tveir nýggjar stýrislimir
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina