Ólavur Jacobsen trúboðari í Íslandi frá ársskiftinum

Fyrst í nýggja árinum fer Ólavur Jacobsen til Reykjavíkar at vera trúboðari. Tað er Sjómansheimið Ørkin, sum hevur sett hann sum trúboðara í og út frá Ørkini. Ólavur skal fyrst og fremst náa føroyingar í Íslandi, bæði við hjálp og gleðiboðan.

Ólavur Jacobsen er hósvíkingur og er 48 ára gamal. Hann og konan Vónbjørt eiga tríggjar døtur. Ólavur er útlærdur elektrikari og hevur seinastu trý árini arbeitt sum mekanikari hjá Faroe Ship, men skjótt verður gerandisdagurin skiftur út við eitt nýtt trúboðarastarv, fyribils í hálvt ára royndartíð.

– Eg havi gingið við einum trúboðarakalli í fleiri ár, og havi biðið Gud vísa mær, hvar hann vil brúka meg.

Eg havi verið opin fyri øllum møguleikum, so tað kom ikki sum ein skelkur, tá stýrið fyri Ørkina í Reykjavík setti seg í samband við meg, og eg svaraði játtandi beinan vegin, sigur Ólavur.

Nýggi trúboðarin skal fyrst og fremst royna at náa føroyingar í Íslandi, serliga um Reykjavíkarleiðina. Umframt føroyingar, sum búgva í Reykjavík, eru føroyingar eitt nú við skipum, sum leggja at bryggju í Íslandi, onnur eru í sjúkraørindum, og uppaftur onnur ferðast í Íslandi. Harumframt skal Ólavur hava andaktir og skipa fyri møtum á Ørkini.

Ørkin í Reykjavík

Ólavur greiðir frá, at tað serliga eru trý bíbliuørindi, sum eru løgd honum á hjarta og sum vegleiða hann um, hvat hann skal gera. Í Markusi 16,15 sigur Jesus við lærusveinar sínar “Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum!” Í Markusi 12,31 endurgevur Jesus næstakærleiksboðið: “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.” Og í Rómverjabrævinum 12,15 skrivar Paulus: “Gleðist við glaðum, grátið við grátandi!”

– At vera saman við menniskjum, veita umsorgan og hjálpa, hevur sera stóran týdning.

Tú kanst ikki bera menniskjum gleðiboðskapin um Jesus, um tú ikki fyrst møtir teimum, har tey eru, og tekur støðu teirra í álvara.

Tí mást tú ofta gráta við grátandi, áðrenn tú kanst gleðast við glaðum, sigur Ólavur.

LES EISINI  Prát við Bethuel, áðrenn nýggi Klakkur fór sín fyrsta túr

Trúboðari skal harnæst eisini venda sær til íslendingar. Tá Ólavur var í Íslandi við einum Podas-toymi í 2017, fekk hann oyra fyri íslendskum máli, og síðani hevur hann roynt at læra seg íslendskt, eitt nú á kvøldskúla. Tá hann kemur yvir til Íslands, er ætlanin at fara á onkran málskúla, tí tað er neyðugt at duga mál teirra, sum tú vendir tær til.

Spurdur, um hann hugsar nógv um, at íslendingar ikki hava somu kristnu siðvenju sum føroyingar, svarar Ólavur, at tað hugsar hann ikki stórvegis um.

– Eg hugsi mest um at ganga í Guds leiðslu. Tann, ið fylgir í Jesu fótasporum, eigur at vænta mótstøðu, men tað upptekur meg annars ikki nógv, sigur nýggi trúboðarin í Reykjavík at enda.

Ólavur Jacobsen flytur til Íslands beint eftir ársskiftið. Fyrstu tríggjar mánaðirnar verður hann einsamallur, men tá fer konan eisini yvir. Fyrstu tíðina búgva tey á Ørkini. Eftir ætlan verður útsendingargudstænastu í Hósvíkar kirkju í hesum mánaðinum.

LES EISINI  Jólaheilsan úr Liberia
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina