Ólavur vil fegin biðja fyri tær

Kundi tú hugsað tær at fingið forbøn? Ólavur Jacobsen fer nú at biðja fyri øllum, ið ynskja forbøn.
– Eg fari við hesum at bjóða meg fram til at biðja fyri tær – ella fyri tí, sum tú hevur upp á hjarta, ljóðar heilsanin frá Ólavi. Tú kanst senda Ólavi bønarevnir á sms, tlf. 582175.

Gev gætur: Sum trúboðari hevur hann tagnarskyldu, og tí verður hetta bara millum teg, Ólav og Gud.

– Hvørt kvøld klokkan 20:00 vil eg í loyndum biðja fyri øllum bønarevnunum, sum koma inn, sigur Ólavur og vísir til lyftið, vit hava fingið í Matteus 6,6: ”Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær