Øll familjan í køkinum í Nesvík annaðhvørt summar
At gera mat til hundraðtals virkin børn og ung, er ikki bara sum at siga tað. Men tað hevur ein familja á Strondum átikið sær annaðhvørt ár á summarlegunum í Nesvík.
Tað er hjúnini Maritha Jóhansdóttir og Marnar Jóhan Danielsen á Strondum, sum í fleiri ár hava tikið stig til, at øll familjan fer til Nesvíkar at taka sær av køkinum á fyrstu summarleguni, sum er síðst í juni.
Hetta hava tey gjørt í fleiri ár. Annaðhvørt ár er familjan í køkinum í Nesvík og annaðhvørt ár eru tey í summarhúsi ymsastaðni í Føroyum.
Maritha og Marnar eiga fýra børn og fleiri barnabørn. Í ár lagaði tað seg soleiðis, at tað bar ikki til hjá øllum í familjuni, men okkurt ár hava tey verið øll.
Maritha sigur við Trúboðan, at hon og maðurin hava ofta hjálpt til í køkinum, síðani Leguhúsið í Nesvík varð bygt og til ymisk tiltøk. – Okkum dámar væl at hjálpa, tá ið tørvur er á okkum í Nesvík.
– Nú eri eg pensionist. Annars havi eg m.a. verið leiðari í køkinum á Bakkafrosti í fleiri ár, so tað fellur mær lætt at fáast við matgerð, sigur Maritha.
– Er lív og heilsa, so ætla vit at halda fram við hesum góða siði. Vit vilja fegin rætta ein hjálpandi hond á legum og øðrum tiltøkum í Nesvík. Harafturat er tað sera gott og gevandi fyri familjuna, og tað styrkir samanhaldið okkara millum.
Kanska er hetta eitt gott hugskot og íblástur til familjur at taka sær av køkinum á summarlegu hjá Heimamissiónini. Áhugaði kunnu venda sær til barna- og familjuráðgevan, Jóhan Hansen, á johanh@mission.fo.
