Øll ung vilja eydnast í lívinum – spennandi fyrilestur í Vesturkirkjuni mikukvøldið

Øll ung hava eitt djúpt ynski um at eydnast í lívinum. Ungfólk hava eisini ein tørv á meining í lívinum og sambondum við onnur. Tey hava ein vilja at opna seg fyri framtíðini og taka ímóti lívinum.

Mikukvøldið 11. september klokkan 19.30 hevur ein royndur fyrilestrahaldari fyrilestur í Vesturkirkjuni í Havn um dreymin, øll ung fólk hava. Fyrilesturin vendir sær til øll, sum hava við ung fólk at gera og/ella arbeiða við ungum: Eitt nú foreldur, lærarar, námsfrøðingar, ungdómsleiðarar í kirkjum og samkomum, prestar og onnur.

Jesper Oehlenschläger, sum er forstandari á Nordsjællands Efterskole, har umleið 100 ung ganga, hevur fyrilesturin, og evnið er: “Øll ung vilja eydnast í lívinum.”

Saman við einum øðrum skúlastjóra, Jan Dufke, hevur Jesper skrivað bókina “Alle unge vil gerne lykkes”, sum nýliga er útkomin, og sum hevur fingið fleiri góð ummæli frá fólki innan skúlaverkið og høvundum, við áhuga fyri teimum ungu.

Um tey ungu skulu eydnast í lívinum, er ikki nóg mikið við meiri útbúgving. Tey ungu tørva eina siðmenning (“dannelse”), sum hjálpir teimum at møta lívinum, og sum ger tey til meira heil menniskju. Jesper fer mikukvøldið at tosa um virði, sum gera tey ungu til ”empatisk menniskju, sum taka ábyrgd fyri teimum felagsskapum og tí heimi, tey eru partur av”, skrivar hann.

LES EISINI  Barnagudstænasta í Vesturkirkjuni sunnudagin

Í fyrilestri sínum nemur Jesper við fleiri analysur og hugleiðingar viðvíkjandi ungfólki, eins og hann sigur frá upplivingum og kemur við dømum úr egnum lívi.

Jesper Oehlenschläger hevur í fleiri ár havt stóran áhuga fyri uppvaksandi ættarliðinum bæði sum prestur og skúlaforstandari. Hann hevur skrivað bøkur og hevur havt hópin av fyrilestrum bæði í Danmark og aðra staði, sum hava við menning av okkara ungu at gera.

Fyrilesturin er almennur og ókeypis, og øll eru vælkomin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina