OM-Føroyar havt aðalfund

Mánakvøldið, 4. apríl, hevði OM-Føroyar aðalfund í Skansahúsinum í Havn, har OM hevur skrivstovu.

Nýggi formaðurin, Jens Kristian Olsen, bjóðaði teimum gott og væl 30 fólkunum vælkomnum. Jóhan Petur Johannesen leiddi kvøldið, har Jens Kristian hevði ársfrágreiðing og Helena Olsen legði roknskapin fram.


Eisini greiddi Dánjal á Rana, dagligur leiðara hjá OM-Føroyum, frá ymiskum arbeiðum farna árið og frá ymiskum, sum verður á skránni í ár. Harafturat greiddi hann frá hjálpararbeiði millum flóttafólk, sum fólk hjá OM hava gjørt í Póllandi og í øðrum londum í samband við kríggið í Ukraina. Filmar vórðu eisini vístir frá hjálpararbeiðinum. Kunnað varð eisini um ætlaðu ferðina til Íslands síðst í apríl.
Fráfarni formaðurin, Absalon Áargarð, var takkaður fyri sítt stóra og góða arbeiði sum formaður fyri OM-Føroyar í fleiri ár. Hann fekk eina lítla gipsstandmynd til urtagarðin sum gávu, men mátti taka til takkar við mynd av henni fyri fyrst.
Guðrun Elttør er vald í OM-leiðsluna fyri Absalon.

Síðani var bønarløta fyri ymiskum londum, og fólk deildu seg upp í tríggjar bólkar, sum bóðu ítøkiliga fyri ávísum londum. Til seinast var drekkamunnur við ymiskum søtum afturvið.
Huglagið var gott, og fólk vóru fegin fyri nógva og týdningarmikla arbeiðið, OM-Føroyar ger.
Tøkkin fer fyrst uppeftir til Guds og síðani úteftir til tey mongu, sum á ymiskan hátt eru við í arbeiðinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina