OM Føroyar hevur aðalfund 29. apríl

Mánakvøldið 29. apríl kl. 19.30 hevur missiónsfelagsskapurin OM Føroyar aðalfund í bygdarhúsinum í Hósvík. OM stendur fyri Operation Mobilisation og er ein altjóða felagskristiligur missiónsfelagsskapur. Seinastu árini hevur arbeiðið í og út frá Føroyum verið skipað sum ein limafelagsskapur. Aðalfundurin er fyri limir, men møguleiki er at tekna seg sum lim á heimasíðuni ella á sjálvum aðalfundinum.

Umframt vanligu málini á skránni fyri aðalfundin, verður høvi at heilsa uppá nýggja leiðaran fyri OM Føroyar, Danjal av Rana, og fráfarandi leiðaran, Jóhan Petur Johannesen. Jóhan Petur hevur verið leiðari síðani 2016, og Danjal tekur við starvinum 1. apríl. Jóhan Petur heldur tó fram í starvi hjá OM fram til 1. juli.

LES EISINI  Trúboðari dripin á oyggj í Bengalsku víkini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina