OM Føroyar leitar eftir nýggjum starvsfólki

OM Føroyar skrivar á heimasíðu síni, at felagsskapurin leitar eftir tveimum nýggjum starvsfólkum. Søkt verður eftir einum bókhaldara at umsita fíggjarviðurskiftini og einum missiónscoach og samskiftisfólki til at fremja missión og at kunna um møguleikarnar við OM.

Helena Olsen, sum trúfast hevur røkt bókhaldið hjá OM Føroyum í sjey ár, og seinastu árini eisini leiklutin sum skrivstovufólk, fer í næstum í annað starv. Samstundis hevur Jóhan Petur Johannesen, sum hevur verið virkin í OM Føroyum líka síðani 2011, eisini valt at gevast í sínum leikluti sum missiónscoach.

Tí verður leitað eftir nýggjum fólki at taka við eftir tey bæði. Talan er um tvey parttíðarstørv, annað á leið 16 tímar um vikuna, hitt á leið 12 tímar um vikuna. OM skrivar eisini, at tað væl ber til at søkja bæði størvini, um onkur heldur seg megna báðar uppgávurnar væl. OM Føroyar hevur skrivstovu í Havn, men arbeiðsstaður og tíðir kunnu møguliga tillagast nakað.

LES EISINI  Lýsing eftir skrivstovufólki hálva tíð

Endamálið hjá OM er at eggja og hjálpa menniskjum at boða kærleika Guds til menniskju kring allan heim. OM strembar eftir at styrkja kirkjur og samkomur, serliga í økjum, har Kristus er minst kendur.

Freistin at søkja størvini er 20. februar. Starvslýsingarnar og nærri kunning um OM Føroyar eru at finna á www.om.fo.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina