Ongin nýggjárslega í vikuskiftinum

Í løtuni er støðan tíverri hon, at vandin, við at samla ung fólk úr øllum landinum á legu, í mun til smittuspjaðing er ov stórur. Á leguni samlast ung fólk, sum annars ikki eru saman til dagligt.

– Heilsumyndugleikarnir mæla frá at vit hava nýggjárslegu í vikuskiftinum. Vit halda okkum til tilmælini, sum vit hava fingið, og eru vit tí noydd at avlýsa leguna fyribils. Tað sigur Andrias Magnussen, aðalskrivari, sum eisini veit at siga, at í løtuni verður kannað, um tað ber til at flyta leguna til einaferð seinni í vár.

Langsungdómsnevndin fer at senda boð beinleiðis til teirra, sum hava teknað seg til leguna. Í hesum boðum verður eisini kunnað um, hvørjar ætlanir tey hava.

LES EISINI  Familjulegan avlýst
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina