Orð títt er sannleiki


Jesus hevur nógv at siga lærusveinum sínum í hesum tekstbrotinum, vit vanliga kalla høvuðsprestabønin.

Vit skulu her bara steðga við trý viðurskifti.

Hetta talaði Jesus og hann lyfti upp eygum sínum til himmalin og segði: «Faðir, tímin er komin; ger son tín dýrmettan, til tess at sonurin skal dýrmeta teg; v2 eins og tú hevur givið honum vald á øllum holdi, til tess at hann kann geva øllum teimum, sum tú hevur givið honum, ævigt lív. v3 Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist. v4 Eg havi dýrmett teg á jørðini við at fullføra tann gerning, sum tú fekst mær at gera; v5 og ger tú nú meg dýrmettan, faðir, hjá tær við teirri dýrd, sum eg hevði hjá tær, áðrenn heimurin var til.
v6 Eg havi opinberað navn títt fyri teimum monnum, sum tú gavst mær úr heiminum; teir vóru tínir, og tú gavst mær teir, og teir hava varðveitt orð títt. v7 Nú vita teir, at alt, sum tú hevur givið mær, er frá tær; v8 tí at orðini, sum tú gavst mær, havi eg givið teimum, og teir hava tikið við teimum, og teir hava sannað til fulnar, at eg eri komin frá tær, og teir hava trúð, at tú hevur sent meg. v9 Eg biði fyri teimum; ikki fyri heiminum biði eg, men fyri teimum, sum tú gavst mær, tí at teir eru tínir; v10 og alt mítt er títt, og títt er mítt, og eg eri vorðin dýrmettur í teimum. v11 Og eg eri ikki longur í heiminum, men teir eru í heiminum, og eg komi til tín. Heilagi faðir, varðveit teir í navni tínum, sum tú hevur givið mær, til tess at teir mega vera eitt eins og vit.
Jóhannes 17,1-11:

Bøn er at tosa við Gud
Í kapitlinum er tað Jesus, sum biður til Guds. Vit síggja her, hvussu einfald bøn í grundini er. Jesus sigur ”Faðir”, og so tosar hann við pápa sín í himlinum um tað, sum liggur honum á hjarta.
Tá ið vit biðja, er støðan júst tann sama. Vit venda okkum til faðir okkara á himli, og so siga vit honum, hvat liggur okkum á hjarta. Bøn er at tosa við Gud.
Jesus er okkara bróðir, og tí kunnu vit eisini kalla Gud faðir okkara.
Seks ferðir í kapitlinum nýtir hann orðið faðir. Við faðir sín sigur hann alt.
Tað sama kunnu vit. Hann hoyrir eisini okkara bøn. Hann hevur gjørt okkum til síni børn, og sum faðir hevur hann umsorgan fyri børnum sínum.
Tosa tí frímóðiga við faðir tín í himli í bøn. Hann hoyrir, bæði um tú sigur orðini hart, ella tú sigur tey innantanna. Svar hansara er á veg.

Ævigt lív
Eitt av tí, sum liggur Jesusi á hjarta, er, at hann vil geva øðrum ævigt lív. Í vers 2 sigur hann, at hann vil geva øllum teimum, sum faðirin hevur givið honum, ævigt lív.

Hvat er so tað æviga lívið?
Jú, tað sigur hann í vers 3: ”Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.”

Tað er ikki nakað krav um, at ein skal vera so og so góður, ella hava skikkað sær so og so væl. Tað æviga lívið er at kenna Jesus. Ikki bara at vita um hann ella hava eina ávísa teologiska fatan. At kenna er at hava inniligt samfelag við hann.
Vit læra hann fyrst og fremst at kenna í Bíbliuni. Tí ræður um at lesa nógv í Bíbliuni. Men eisini í bønini og tá ið orðið verður boðað, læra vit hann at kenna.
Tað æviga lívið er ikki at liva ævigt á jørðini, tí tað ger eingin. Øll skulu vit doyggja ein dag, um ikki Jesus kemur aftur áðrenn. Tað æviga lívið er aftaná hetta lívið, eftir uppreisnina, at liva ævigt saman við Jesusi.
Í Jóhannes 3,16 stendur, at tann, sum trýr á hann, skal ikki glatast, men hava ævigt lív.
At kenna Jesus og at trúgva á hann er tað sama. Tað er at seta sítt álit á, at tað, Jesus sigur, heldur.

Orðið

Tað triðja og seinasta, vit skulu steðga við her, er Orðið.
Jesus sigur, at hann hevur givið víðari tey orð, sum faðirin hevur givið honum. Tað vil siga, at hann hevur givið teimum Guds orð. 
Í vers 8 stendur: ”Tí at orðini, sum tú gavst mær, havi eg givið teimum, og teir hava tikið við teimum, og teir hava sannað til fulnar, at eg eri komin frá tær, og teir hava trúð, at tú hevur sent meg.”

Teir trúðu orðunum, og tey góvu teimum ævigt lív.
Vit hava eisini fingið Guds orð. Trúgva vit teimum?

Orðini frá Gudi eru ikki sum mannaorð. Guds orð eru lívgevandi. Hann segði ”Verði ljós!”, og tað varð ljós. Soleiðis er eisini við Jesu orðum. Hann rópti til tann deyða: ”Lázarus, kom út higar!”, og hin deyði kom út.

Guds orð um, at hann vil geva øllum teimum, sum trúgva, ævigt lív, eru sonn – eins og Jesus sigur: ”Orð títt (Guds) er sannleiki” (Jóh 17,17).
Tað eru tveir vegir. Ein ævig glatan fyri tey, ið ikki trúgva, og eitt ævigt lív saman við Jesusi fyri øll tey, sum trúgva á hann.

Tann, ið setir sítt álit á hetta orðið, skal eisini sanna, at Guds orð er satt.

Vit skulu enda við bønini, ið biðin verður í kirkjuni:

Heilagi faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu! Amen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina