Ørkin ristist

-Klokkan var 10.05, og vit vóru stødd á skrivstovuni á sjómansheiminum Ørkini, tá tað kendist sum ein glaða kom framvið. Síðan hoyrdist buldur sum minnir um toruslátt ella eini spreinging í grótbrotið. Beint aftaná skalv Ørkin; myndir klirraðu, og lyklarnir til kømruni, sum hingu á knakum,sveiggjaðu aftur og fram.
Tað sigur Sólbjørn, sum saman við konuni, Barbaru, starvast á Ørkini í Reykjavík.

-Eg eri ikki kendur við jarðskjálvta, og kendi meg ótryggan og hevði besta hugin at loypa út, men tá var tað longu yvirstaðið. Minuttir seinni komu fleiri stórir skjálvtar, og teir hildu á leingi. Seinasti stóri skjáltin vit merktu her á Ørkini var nakað áðrenn klokkan 13.00, sigur hann. 

-Tað merkist meira, tá ein er innandura. Um Ørkin ristist, veit eg ikki, men eg kendi tað soleiðis. Samstundis havi eg tosað við fólk, sum vóru úti, og tey merktu lítið og einki, sigur hann.

-Jarðfrøðingar siga, at væntast kunnu fleiri stórir skjálvtar komandi dagarnar, men vónandi verður eingin skaði. Jarðskjálvtar eru vanligir í Íslandi, men tó ikki so áhaldandi nógvir og so  stórir skjáltar í einum, sum liggja væl omanfyri 4 á richterskalanum. Tann stórsti skjáltin í dag kl 10.05 varðmáldur til 5,7, sigur Sólbjørn.

LES EISINI  97 ára gamli bilførarin hjá Ørkini

Annars sigur hann, at síðstu fjúrtan dagarnar, hava nakrir gestir gist á Ørkini; og tað kemur væl við, bæði fíggjarliga og reint menniskjaligt. Flestu teirra eru íslendingar, sum eru ørindi í Reykjavík, og teir eru sera fegnir fyri at gista á Ørkini. Vit hava fingið sera góð ummæli á “Booking.com”, har gestir kunnu ummæla viðurskifti á gistingarhúsum, so tað er stimbrandi. Hann leggur so afturat, at tað kemur væl við á allan hátt, eftir fleiri mánaðir, har vit bæði nærum hava gingið einsamøll á Ørkini.

Ørkin dettur tíverri niður ímillum allar hjálpipakkar bæði í Íslandi og í Føroyum, so tað er sera trupult fíggjarliga. Vónandi kemur skjótt gongd aftur í samfeløgini, so lív kemur í aftur, eisini á føroyska sjómansheiminum í Reykjavík, sigur Sólbjørn.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina