Ørkin skal hava nýggjan leiðara

Síðstu gott trý árini hevur Barbara H. Jensen verið leiðari á føroyska sjómansheiminum Ørkin, í Reykjavík. Starvið hevur verið spennandi, avbjóðandi og gevandi, og er hon fegin fyri tíðina, sum hevur givið fleiri góðar løtur og upplivingar.
Hon er eisini glað fyri tað dagførðing, sum er farin í gongd av Ørkini, við at fyrsti triðingur av vindeygunum eru skift. Restin verður skift komandi vár og tá skulu eisini dagføringar gerast innan. 
Nú ynskja Barbara og Sólbjørn at venda aftur til Føroyar, og stýrið takkar teimum fyri gott arbeiðið.

Nú arbeiðir stýrið fyri Ørkina, við at finna nýggjan leiðara, sum vil leiða Ørkina, inn í eina spennandi framtíð. Íbúð er knýtt til Ørkina, sum leiðarin býr í.

LES EISINI  Andaktin, sum formaðurin hevði á Ørkini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina