Ørkin væl vitjað

Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík verður væl vitjað, og gestirnir koma allastaðni úr heiminum.

– Ísland er í fokus hjá nógvum ferðafólkum. Meginparturin av hesum fólkum koma ikki úr okkara grannalondum, men úr Onglandi, Fraklandi, Týsklandi, Amerika og úr Asia.

Tað sigur Ragnar Snær Karlsson, leiðari á føroyska sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík.

– Jú, nakrir føroyingar búgva her av og á. Men teimum líkt, so bíleggja fleiri  teirra bara nakrar fáar dagar framanundan, og so er tað avmarkað við plássi, tí heimið er so nógv vitjað. Flestu vitjandi bíleggja fleiri mánaðir frammanundan, sigur Ragnar.

Fyri árum síðani vóru nógv gestir um summarið og minni um veturin. Síðstu árini hevur Ísland upplivað eina stóra framgongd í ferðafólkatalinum – eisini um veturin.
Flestu vitjandi bíleggja á “booking.com”, sum er ein felags heimasíða fyri gistingarhús.
So leita tey eftir Hotel Ørkin og bíleggja kamar. Hetta er ein einfaldur og lættur háttur at bíleggja uppá, sigur Ragnar.

Væl nøgdir gestir
Á somu heimasíðu sæst eitt yvirlit yvir, hvussu nøgdir gestirnir eru við tær ymisku  tænasturnar á gistingarhúsunum.
– Gestirnir eru væl nøgdir við Ørkina, burtursæð frá sambandinum við alnetið. Tíverri er sjómansheimið líkasum dottið burturímillum, tá ið grannarnir fingu nýggjan kaðal til alnetið. Arbeitt verður við málinum, so heimið vónandi fær betri samband skjótt, sigur Ragnar.

Føroyskir og grønlendskir sjómenn búgva á Ørkini av og á. Tá eru teir sum oftast á veg heim av skipi ella ávegis umborð. Føroyingar, sum eru í sjúkraørindum í Reykjavík, búgva eisini viðhvørt á Ørkini.

Ørkin hevur 21 kømur og kann hýsa 70 fólkum. Morgunmaturin er íroknaður kamarsprísin.
Seks starvsfólk eru, men nøkur teirra eru ikki fulla tíð. Tíverri er eingin føroyingur í starvi í løtuni.

Vetrarhálvárið er møti á Ørkini nærum hvønn sunnudag klokkan 16.
– Øll eru vælkomin inn á Ørkina og á møti. Drekkamuður og køka kann keypast hvønn dag, og so er eisini møguleiki fyri at lesa føroysk bløð.  
Fólk kunnu eisini vitja heimasíðuna: hotelorkin.is, sigur Ragnar S. Karlsson, leiðari.