Ósjónligar hendur grøddu Kristian Sandnes.

Í hesum videobrotinum greiðir Kristian Sandnes frá, hvussu hann 20. mai bleiv grøddur á einum vekingarmøti, sum Vigeland Bedehus í Norra skipaði fyri. (Gev gætur: norsk tala)

Sandnes greðir frá, at hann fekk stóran skaða í einum ferðsluóhappi í 1999. Hann koyrdi traktor, tá ið ein bilur rendi á hann aftanífrá. Dagin eftir vaknaði hann á sjúkrahúsinum í Kristiansand. Síðani hevur hann havt pínu í rygginum, herðunum og høvdinum. Hann hevur verið á sjúkrahúsi fleiri ferðir, har læknarnir hava roynt tað teir kunna, fyri at lætta um pínuna, sigur hann.

Seinast hann var á sjúkrahúsi var fyri trimum árum síðani, tá ið hann fekk ein kikaraskurðviðgerð, har nervar frá akslunum til armin vórðu kliptar. Hetta lætti um pínuna í rygginum, men síðani tað hevur Sandnes ikki kunna lyft armin longur enn til økslina. Tað var t.d. torført at lata seg í jakka.

Sunnudagin greiðir hann frá, hvat hendi kvøldið fyri: – Í gjárkvøldið sótu vit á einum bonki og so merkti eg eina hond, sum tók niður á økslina á mær. Ein heitur ylur breiddi seg frá økslini og út í ryggin, sigur maðurin úr Mandal.

LES EISINI  Vekingin á Vigeland breiðir seg

Men ongin, sum sat aftanfyri hann, vildi viðganga at hava tikið í økslina á honum. Hann spurdi kvinnuna, sum sat beint aftanfyri hann, men bæði hon og tær báðar kvinnurnar, sum sótu saman við henni søgdu, at tær høvdu ikki nomið við hann.

– Tað var týðiligt, at Jesus hevði nomið við meg. Nú klári eg at lyfta armarnar upp um høvd uttan nakað. Tað er ongin trupulleiki sigur maður, og rættir armarnar upp í loft.
Tað er serliga eitt, sum hann gleðir seg til nú. – Í 23 ár havi eg ikki kunna svomið, og eg búgvi beint við eina á. Eg gleði meg til í summar, sigur maðurin, sum er sannførdur um, at nú er einki sum forðar honum í at taka nøkur tøk.


Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina