Øssur fer úr starvi

30. september fer Øssur Kjølbro úr starvi sínum sum miðlaleiðari á Trúboðanum.

Øssur hevur verið í starvi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í meira enn 13 ár. Fyrsta hálvtannað árið var hann deildarleiðari fyri boðandi virksemið, áðrenn hann loysti Vagn Foldbo av sum aðalskrivari á sumri í 2008, eitt starv hann røkti í góð 10 ár. Fyrstu árini vóru merkt av arbeiðnum at orða eitt samleikaskjal fyri samlaðu rørsluna, eins og at laga raksturin til minkandi inntøkur. Á dagsskránni hevur millum annað eisini verið at skipa stórmøtini sum eitt fjølbroytt árligt tiltak úti um landið, og at fyrireika og seta í verk útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík. Stutt áðrenn Trúboðin á heysti í 2018 varð broyttur frá eini pappírsútgávu aðruhvørja viku til ein netportal, gjørdist Øssur miðlaleiðari. Seinasta hálva árið hevur hann verið í farloyvi, og onnur hava røkt trubodin.fo hesa tíðina.

Øssur hevur havt stóran týdning fyri Heimamissiónina bæði fakliga og sum persónur, og verður saknur í honum. Vit vilja takka Øssuri hjartaliga fyri hansara ídni og trúfesti í tænastuni øll hesi árini við bøn um Guds ríku signing á leiðini víðari.

LES EISINI  Starvsfólkatrot elvir til stórar broytingar á Trúboðanum 

Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina
Andrias Magnussen, aðalskrivari

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina