Ovi Brim prædikar á ólavsøku

Jógvan Fríðriksson biskupur skrivar soleiðis á folkakirkjan.fo:

Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika føroyinga. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið prædikar á ólavsøku. Í ár er tað Ovi Brim, ið stendur á odda fyri gudstænastuni. Ikki færri enn 9 prestar standa í bíðirøðini, so miðalaldurin í prestastættini ber boð um fólk í góðum árum.

Ovi varð prestvígdur í 2015, tá ið hann eisini tók við kallinum sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi, ið nemur Fríðrikskirkjuna og Gøtu kirkju. Undan hesum var hann leiðari á Sosialu eindini hjá Bláa krossi Føroya.

Vit ynskja Ova gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag.

Biskupur

Kelda: folkakirkjan.fo